2020-02-01 18:30
Ljósfest er í Havn í kvøld.
Ógvusligasta inntrivið er, at Steinatún og Bøkjarabrekka – høvuðsferðsluæðrin tvørtur gjøgnum miðbýin – verður stongd í ein tíma millum klokkan 19.30 og 20.30. Bussleiðin sleppur tó ígjøgnum.
Í Steinatúni verður eitt heilt serligt ljósshow, sum verður varpað upp á gamla bankabygningin hjá Føroya Banka.
Hetta byrjar klokkan 20, og longu nú sæst ein lítil brellbiti.
Upptøka: Ólavur Frederiksen / Faroephoto
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald