
Løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum sóu nakrar hendingar í miðbýnum í Havn sunnunáttina.
Tað var sunnumorgunin umleið klokkan 03:30, at tríggjar samanhangandi hendingar í miðbýnum í Tórshavn, viðførdu trý harðskapsmál.
Fyrsta hendingin var í Basecamp og viðførdi eina hending uttanfyri Pizza King og endar við springvatnið í gongugøtuni, har hendan upptøkan er frá. Alt fór fram upp á stutta tíð, sigur løgreglan.
Politiið vil hoyra frá fólki, sum sóu hesar hendingar, ella hava upplýsingar um hendingarnar. Ringjast kann á telefon 114.
Vit skulu gera vart við, at myndirnar í uppøkuni kunnu tykjast ógvusligar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald