
Onkur av tinglimunum verður helst troyttir í kroppinum í morgin. Tað er í øllum førum ikki oftari enn so, at tað verður motionera so nógv í tingsalinum, sum tað var í kvøld.
Tí skipanin spældi løgtinginum eitt puss, sum tí noyddist at atkvøða um broytingaruppskot og sjálva fíggjarlógina fyri 2021 uppá gamlan hátt, við navnakalli.
Fíggjarlógin varð ikki óvæntað samtykt. 18 atkvøddu fyri, fýra ímóti og sjey vóru blankar.
Tingskipanin ásetur, at tá telduskipanin ikki er tøk, verður atkvøtt við navnakalli. Løgtingsformaðurin heitti á Bill Justinussen úr Miðflokkinum og Henrik Old úr Javnaðarflokkinum at hjálpa tá ið atkvøðugreiðslan skuldi teljast upp. Hetta stendur eisini í tingskipanini.
Tá atkvøðast skuldi í broytingaruppskoti nummar 16 av teimum tilsamans 29, vildi skipanin ikki. Tingfundurin varð niðurlagdur, men Jógvan á Lakjuni, tingformaður, mátti ásanna, at hon ikki fór at rigga í kvøld. Tí varð atkvøtt við navnakalli.
Omanfyri sæst hvussu tað sá út tá fíggjarlógin varð samtykt. Løgtingið er nú farið í jólafrí.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald