2019-07-04 19:20
Seinnapartin í gjár varð býurin, Kaiyuan í Lioning-landspartinum í Kina raktur av einari melduródn.
Í minsta lagi seks fólk hava latið lív, og fleiri enn 190 fólk vórðu særd.
Mett verður, at upp móti 10.000 fólk eru rakt av ódnini, sum herjaði í 15 minuttir bæði í bústaðarøkjum og ídnaðarøkjum. Melduródnin javnaði millum annað eini 30 verksmiður við jørðina, skrivar DR.
Bjargingarfólk hava bjargað yvir 200 fólk undan húsaleivdum, og 1600 onnur eru flutt burtur úr økinum.
Omanfyri síggjast sjónbandaupptøkur av hendingini, sum lokal fólk hava tikið upp við fartelefon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald