Mentan

Video: Munnhøggarí - Allahn og Silvurdrongur

iLLtonkt var á fyrsta sinni sent í gjárkvøldið. Sí fyrsta partin her

2019-03-09 18:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

iLLtonkt er fyrsti føroyski rapp pallurin, har tónleikarar, yrkjarir og einhvør annar, sum er til dystin fús, sleppa at traðka fram í sínum reinasta hami. 

Í fyrsta partinum munnhøggast Allahn og Silvurdrongur.

- Endamálið er at skapa eina røð av partum, har vit varpa ljós á, at øll hava ein hvassan penn í lummanum. Tveir persónar dystast ímóti hvørjum øðrum. Teir hava frammanundan fyrireikað og skrivað hvør sín tekst. Luttakararnir skulu skriva tekstin útfrá og til sín mótspælara. Tað stendur luttakaranum frítt, hvat og hvussu hann skrivar, og tað er einki, sum er for hart, óreint ella frekt. “illtonkt” er rátt og uttan filtur, siga fyrireikararnir.

Tað er rappbólkurin Swangah, sum skipar fyri tiltakinum.

Fyrsti parturin sæst á Youtube her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder