- Tað er talið á innløgdum, sum er tað mest umráðandi. Ætlanin hjá heilsumyndugleikunum hevur allatíð verið tað, at heilsuverkið ikki skuldi hokna undan av korona. 47 eru innløgd við korona í dag, tað er stórtsæð ikki ein belastningur, segði Peter Geisling, sjónvarpslækni, í TV-avísini hjá Danmarks Radio í síðstu viku.
- Næstan eingin er deyður av koronu seinastu tveir mánaðirnar, og í sama tíðarskeiði eru næstan 10.000 danir deyðir av øllum møguligum øðrum. So vit eru við at vera har, at tingini skulu í rættan samanhang aftur, sigur hann.
Í Danmark heldur læknin, at EM-dystirnir og stóru stórskíggja-tiltøkini í sambandi við EM gera, at tølini eru eitt vet hægri í løtuni, men tá tað hevur lagt seg, er støðan øgiliga góð. Hann sigur eisini, at hetta er eitt greitt tekin um, at koppsetingin riggar.
- Vit eru við at vera har, at vit skulu hava stóru heilsutrupulleikarnar inn á miðjuna á motorvegnum aftur, og korona út á eina síðubreyt, sigur Peter Geisling.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald