Innanlands

Video: Nólsoyingar heilsa Jósupi vælkomnan

Fløggini veittraðu í Nólsoy í kvøld, nú Strandferðslan hevur tikið siglingina til oynna upp aftur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-09-02 22:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var sonn frøi á bryggjuni í Nólsoy í kvøld. Í allan dag hevur eingin almennur fartur av og til oynna, og tí hava nólsoyingar roynt sum frægast sjálvir at sloppið aftur og fram til arbeiðis og onnur ørindi á meginlandinum.

Men í kvøld tók Strandferðslan siglingina til Nólsoyar upp aftur, og tá Jósup kom inn um bátahylin fyri løtu síðani stóðu nólsoyingar klárir og veittraðu við fløggum og heilsaðu bátinum vælkomnan.

Sí herligu løtuna, sum Jens Mortan Ramussen fangaði, omanfyri.

Orsøkin til, at Jósup ikki hevur siglt í allan dag er, at nólsoyingar í gjár skipaðu fyri einum mótmælistiltaki, har teir “hertóku” Ternuna, nú hon í tvær til tríggjar vikur skal røkja Sandoyarleiðina. Strandferðslan metti tað tí ikki vera trygt at sigla út til Nólsoyar. Tað er tað eftir øllum at døma nú.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder