Mentan

Video: Nýggir matgerðarfilmar við Gutta

Fýra nýggir filmar verða lagdir út. Tann fyrsti, har Gutti steikir havtasku og grønmeti á grill sæst her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-12-13 20:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fýra nýggir filmar í røðini “The Pure Taste of the Faroe Islands” við Gutta Winther verða almannagjørdir í næstum.

Filmarnir eru partur av verkætlanini FaroeseSeafood.com, og filmarnir verða lagdir á heimasíðuna www.faroeseseafood.com og eina Youtube-rás.

Í filmunum ger Gutti Winther mat við føroyskum fiski. Endamálið er fyrst og fremst at vísa føroyingum sum útheiminum tann góða føroyska fiskin. Eisini er endamálið at vísa fram føroyska matgerð, og hvussu einfalt tað er at gera leskiligar rættir við føroyskum sjómati.

Upptøkurnar vórðu gjørdar á Skarvanesi í august mánaði. Filmarnir verða almannakunngjørdir nú áðrenn jól og í januar. Fyrsti filmurin, har Gutti steikir havtasku og grønmeti á grill, er at síggja omanfyri.

Í vár vóru átta filmar lagdir út, og nú verða so fýra lagdir afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder