Video: Nýggja gospelkórið í Gøtu

Seinasta kvøldið í missiónsvikuni í Gøtu var eisini byrjanin uppá nakað nýtt, skrivar Trúboðin. Til ber at hoyra fyrsta sangin við kórinum her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-02-27 15:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin vóru áleið 160 fólk savnaði, tá missiónsvikan í Gøtu kom at enda. Ovi Brim, prestur, talaði og nógv nýttu høvið til at luta eitt orð ella ein vitnisburð. 

Trúboðin skriva, at meðan hetta var seinasta kvøldið í missiónsvikuni, merkti møtið eisini byrjanina uppá nakað nýtt: Tað var nevniliga fyrstu ferð at nýstovnaða Gøtu Gospelkór framførdi.

Tú kanst hoyra fyrsta sangin, tey sungu, í filmsbrotinum omanfyri ella á Youtube. Talan er um "Livandi Trúgv"  

- Tað er deiligt, at tað framvegis verða nýggj kór stovnaði, og vit ynsktu tí Gøtu Gospelkóri Guds ríku signing í teirra tænastu. 

Missiónsvikan varð hildin í kirkjukjallaranum í kirkjuni við Gøtugjógv. Sambært Trúboðanum verður vónað um, at missiónsvikan næsta ár verður hildin í missiónshúsinum Bethania.

Gamla Bethania varð vígt fyri 100 árum síðani, og hevur seinastu árini verið fyri umbygging.

- Arbeiðið gongur spakuliga framá, men er tengt at sjálvbodnari arbeiðsmegi og at gávur koma inn. Í løtuni eru fólk í gongd við at mála veggirnar. Síðan skal gólv leggjast á, og tað er ein av dýraru postunum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder