HBO hevur nú givið út nýggjan brellbita av komandi sendirøðini um Harry Potter. Fyrsta umfar verður eins og bókin um Harry Potter og vitramannasteinin.
Brellbitin vísir nógvar kendar hendingar frá fyrstu bókini, sum vísa tá Harry, Ron og Hermione koma á Hogvartsskúlan og verða øll trý flokkað í Gryffindor húsið.
HBO Max hevði á heysti 2024 upptøkuroyndir til leiklutirnar og fleiri enn 30.000 børn royndu seg. Dominic McLauhlin, Arabella Stanton og Alastair Stout spæla ávikavist Harry Potter, Hermione Granger og Ron Weasley í nýggju sendirøðini.
Fyrsta umfar av sendirøðini verður tøkt á jólum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald