Mentan

Video: Nýtt frá Son of Fortune

Benjamin Petersen verið í Nashville fyri at taka nýtt tilfar upp – nú er fyrsta lagið leystlatið

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-11-01 17:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Einaferð fyrst í komandi ári kemur nýggj tónleikaútgáva frá dugnaliga guitaristinum Benjamin Petersen, sum brúkar navnið Son of Fortune, tá hann framførir.

Fyrr í ár var Benjamin Petersen í Nashville fyri at taka upp nýtt tilfar. Tilfarið er nú búgvið at geva út á fløgu, og í dag kom fyrsta staklagið út. ’Voodoo Pop’ verður heitið á fløguni.

Talan er um lagið ’Is it Essential’. Benjamin syngur og spælir guittar, og afturat sær hevur hann Nashville-tónleikararnar Noah Denney á trummum, Byron House á bassi og Jon Eldridge á tangentum.

Ein flottur filmur, sum Bárður Dal Christiansen hevur gjørt, er eisini gjørdur til lagið, har Benjamin í sínum kovboyhatti koyrir runt í føroysku náttúruni í einum hugtakandi flottum grønum amerikanarabili.

Komandi viku fer Son of Fortune at hava tvær konsertir – á Reinsarínum í Havn fríggjakvøldið 8. november og í Tøting í Syðrugøtu leygarkvøldið 9. november.

Benjamin Petersen var gestur í útvarpssendingini Góðan Morgun Føroyar í morgun. Hoyr samrøðuna, sum Rúni Jákupsson gjørdi, her 

Les eisini: Benjamin skal umboða Føroyar í Madrid 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder