Uttanlands

Video: Paludan ætlar sær til Føroyar

- Eg eri í ferð við at leggja ætlanir um eina ferð til Føroyar, tí at har eru so nógvir føroyingar, sum ynskja at hitta meg, sigur Paludan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-04-28 13:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Formaðurin fyri Stram Kurs, Rasmus Paludan, er í ferð við at leggja ætlanir um eina ferð til Føroyar.

Tað sigur hann í sjónbandaupptøku, sum varð løgd út á YouTube fyrradagin.

- Eg stríðist eisini fyri grønlendingar og føroyingar, og eg eri fegin um, at nógvir grønlendingar og føroyingar eru samdir við mær, sigur hann.

- Eg eri faktiskt í ferð við at leggja ætlanir um eina ferð til Føroyar, tí har eru so nógvir føroyingar, sum fegin vilja hitta meg og tosa við meg. Tað gleði eg meg til, og vónandi verður eisini ein túrur til Grønlands, sigur Paludan í sjónbandinum, sum sæst omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder