
Føroyska revsilógin varð dagførd í 2016, men nakrar skerpingar, sum vóru í donsku lógini, komu ikki við í føroysku lógina.
Tað skal nú rættast, segði løgmaður í tinginum í gjár.
Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, spurdi í munnligum spurningi, um løgmaður ætlaði at herða revsingina fyri neyðtøku og kynslig brotsverk ímóti børnum og ungum.
Tveir mál vóru herfyri í landsrættinum, sum snúgva seg um neyðtøku av ungari kvinnu og eitt mál um tríggjar dreingir, sum hava verið útsettir fyri kynsligum brotsverkum. Báðir dómarnir vórðu herdir í Eystara landsrætti. Tann eini við tveimum mánaðum, og í málinum um kynslig brotsverk, varð revsingin hækkað við einum ári, úr trimum árum upp í fýra ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald