Tað líkist einum rúmdarfari, men talan er um skrivstovuna hjá einum av heimsins virðismiklastu fyritøkum.
Apple Park er heitið á høvuðsskrivstovuni hjá KT-risanum Apple, sum vit kenna fyri millum annað iPhone, iPad og Mac.
Bygningurin stendur á einum ovur stórum grundøki í býnum Cupertino, California í USA, nærhendis San Francisco, og hevur skap sum ein stórur ringur.
Stóri ringurin er úr glasi og er í fýra hæddum, húsar fleiri enn 12.000 starvsfólkum og er 260.000 fermetrar til støddar.
Til samanberingar er høvuðsbygningurin í Apple Park, sum annars telur aðrar bygningar eisini, trettan ferðir størri enn Glasir í Marknagili, sum er 19.500 fermetrar til støddar.
Apple Park kostaði fimm millardir dollarar at byggja, 32 millardir danskar krónur, og stóð liðugt í 2017.
Sí video omanfyri, sum Tech Vision hevur gjørt, um høvuðsskrivstovuna hjá KT-risanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald