Innanlands

Video: Soleiðis sær út undir Skálafjørðinum nú

Eysturoyartunnilin er komin væl ávegis, og letur upp um eitt gott ár. Kom við ein biltúr

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-10-16 20:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Arbeiðið við at gera Eysturoyartunnilin lidnan gongur støðugt framá, og ætlandi letur tunnilin upp fyri ferðslu í desember mánað næsta ár.

Eysturoyartunnilin P/f hevur lagt eina filmsupptøku, har koyrt verður gjøgnum tunnilin. Í stórum parti av tunlinum verður arbeitt, aðrastaðni er myrkt.

Tunnilin verður gjørdur liðugur í fýra stigum. Fyrst frá Hvítanesi niður til lægsta stað í tunlinum. Síðan frá Rókini til rundkoyringina í tunlinum, og síðan frá rundkoyringini til lægsta stað, sum er miðskeiðis í Tangafirði. At enda verður teinurin av Strondum til rundkoyringina gjørdur. Ætlandi letur tunnilin upp fyri ferðslu í desember 2020.

Eftir at tunnilin var skotin í gjøgnum, var byrjað á Hvítanesi at gera sjálvan tunnilin lidnan. Hetta fyri at ravmagnsarbeiðið kann byrja stigvíst, tá alt annað arbeiði er liðugt á hesum teininum. Ravmagnsarbeiðið byrjar ætlandi í november.

Vegbreytin frá Hvítsnesi niður á lægsta stað var mest sum liðug, tá skotið varð í gjøgnum. Hetta strekkið er umleið 4 kilometrar langt. Eisini var pumpuleiðingin til vatn, sum lekur inn í tunnilin løgd, umframt háspenningslinjurnar hjá SEV. Háspenningslinjurnar skulu avloysa sjókaðlarnar í Tangafirði og í Skálafirði.

Eftir at skotið var ígjøgnum, var fyrst byrjað at vatntryggja tunnilin. Tað er at leiða alt vatn, sum lekur inn í tunnilin burtur frá vegbreytin. Fyri at vatntryggja verður ein dúkur spentur upp undir tunnilshválvið og síðan verður betong sproytað út yvir dúkin. Eisini eru kantsteinar stoyptir, eins og ein lágur veggur fram við vegbreytini. Aftanfyri stoypta veggin, verða so rør løgd til allar ravmagnleiðingar. Afturat hesum arbeiðinum, verða pumpubrunnarnir gjørdir lidnir, portalarnir stoytptir og m.a, sigur tunnilsfelagið.

Her er ein stuttur filmur, sum vísur tunnilin, sum hann sær út í dag, frá Hvítanesi til Rókina.

Eysturoyartunnilin er 11.250 metrar til longdar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder