2019-07-18 14:18
Alsamt fleiri kykt verða skrásett í Føroyum, og farna sunnudag kom Judit Højgaard í Leirvík fram á ein stóran eiturkopp.
Jens-Kjeld Jensen, sum hevur fingið videobrot av hesum skrivar á heimasíðu sínari, at hetta er fyrstu ferð, at hesin eiturkoppur við navninum Pisaura mirabilis er skrásettur í Føroyum.
Hann sigur, at eiturkoppurin er komin inn í landið við onkrari vøru.
Hetta slagið av eiturkoppi kann gerast 15 mm uttan at beinini eru tald við. Ein skjót leiting á netinum vísir, at hesin eiturkoppur ikki er vandamikil. Hann bítur sjáldan, og skuldi hann gjørt tað, er tað ikki serliga pínufult.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald