(Upptøka: Tórshavnar kommuna)
Ein partur av Tórshavnar Manskóri við Bjarna Restorff sum leiðara hevði óvæntaða koronakonsert í túninum omanfyri Boðanesheimið gjáramorgunin.
Tað heilt serliga var, at Palle Hansen hevði sett lag til yrkingina ”Árstíðirnar” hjá Kemm Poulsen, og Bjarni hevði sett út fyri kór. Manskórið sang lystiliga við Kemm Poulsen – sum er til umlætting á Boðanesheiminum - á fremstu røð. Ikki eyga turt.
Ein sera hugnalig løta – nøkur høvdu hættað sær útum, har eisini nakrir gestir vóru, hini sótu innanfyri fyri opnum hurðum og lurtaðu eftir kórinum, sum eisini sang aðrar sangir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald