Innanlands

Video: Tað eru altíð fólk sum eru skeptisk um koppseting

- Tá man hugsar um langtíðarhjáárin, skal man ikki vera meira óttafullur við hesari vaksinuni enn man er við øðrum, sigur Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverki Føroya, um covid-19 koppsetingina

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-12-17 11:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Heilsustarvsfólk verða tey sum fáa fyrstu skamtirnar av covid-19 koppsetingini.

Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverki Føroya sigur, at koppsetingin er líka trygg sum aðrar, hóast tað hevur gingið skjótt fyri seg.

- Hetta er ein vaksina sum tað eru pengar í, og tí er nógv tilfeingi sett á at fáa hana framleidda og fáa hana skjótt góðkenda. Við teimum vanligu smáu vaksinunum eru ikki so nógvir pengar í, og tí ganga tað ofta eitt tvey ella trý ár, áðrenn tær vera góðkendar, sigur Tummas í Garði.

- Í sær sjálvum er tað, at tað gongur skjótt fyri seg ikki ein grund til at óttast. Tað at tað gongur seint er ofta grundað á, manglandi orka at fáa hana góðkenda, sigur Tummas í Garði, sum mælir til at føroyingar fara at fáa sær koppsetingina, tá hon kemur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder