(Upptøka: Folketinget.dk)
Boðskapurin um Nato hjá ungmannafelagnum hjá Javnaðarflokkinum, Sosialistisk Ung (SU), rakk í gjárkvøldið niður til Danmarkar og á fólkating. Tá Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, hevði orðið, varð hann spurdur um hann var samdur í SU.
Ungu javnaðarfóllkini taka ikki undir við at samstarva við Nato.
- Nei, eg eri ikki samdur, og tað er móðurflokkurin (Javnaðarflokkurin, red.) heldur ikki samdur í. Ikki ein tann einasti sosialdemokratiski flokkur í Evropa, sum er samdur í tí. Nato er nakað sum sosialdemokratisku flokkarnir í øllum Evropa stuðla 100 prosent, segði Sjúrður Skaale greitt.
(Skíggjamynd: Folketinget)
Tað var Sólbjørg Jakobsen úr Runavík, sum er nýggjur fólkatingslimur fyri Liberal Alliance, spurdi um uppslagið hjá ungmannafelagnum hjá Javnaðarflokkinum, Sosialistisk Ung.
- NATO er ein leivd av Kalda Krígnum, sum hevur til endamáls at varðveita evropeiska harðræði. Retorikkurin rundan um “”at vera partur av vesturheiminum” er fremmanda illviljaður og sipar til eina “vit móti tykkum” heimsfatan, skrivar SU á Instagram.
(Skíggjamynd: Sosialistisk Ung / Instagram)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald