
- Man vil altíð vera 100 prosent tryggur, men hetta er ein vaksina av einari rúgvu av vaksinum, sum eru komnar síðstu árini. Læknar tykjast tryggir um hetta, og myndugleikapersónar í Danmark eru eisini tryggir um hetta, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.
- Tað eru hjáárin við øllum heilivági, men hetta er absolutt nakað vit eiga at taka við okkum fyri at tryggja at vit eitt nú kunnu vera saman við teimum eldru.
Hóast Føroyar byrja at koppseta um fáar vikur, væntar landsstýrismaðurin ikki at vit kunnu savnast til midnáttarsang á Vaglinum næsta summar.
Sí eisini: Video: Tað eru altíð fólk sum eru skeptisk um koppseting
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald