Innanlands

Video: Vitlíki við presti

Presturin í Hoyvík tosar franskt, týskt, tagalog, enskt, ukrainskt, spanskt og danskt

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-05-17 10:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vit hava áður sæð tað við Andriasi Gregorium Klein, veðurmanni, men nú er tað Theodor Eli Dam Olsen, prestur, sum er tikin inn í eitt vitlíki forrit.

Tað er Regin W. Dalsgaard, sum hevur snikkað tað saman soleiðis at presturin í Hoyvík tosar franskt, týskt, tagalog (filipinskt), enskt, ukrainskt, spanskt og danskt.

Theodor Eli Dam Olsen, prestur, skrivar soleiðis á Facebook:

Hvítusunnan nærkast. Høgtíðin, sum er føðingardagur kirkjunnar. Høgtíðin, tá lærusveinarnir fingu evni og anda at samskifta, so fólk skiltu lærusveinarnar á øllum heimins tungumálum. Við hesum innslagnum frá Samkirkjudøgunum herfyri, sum Regin W. Dalsgaard snikkaði saman, fari eg at ynskja øllum eina góða hvítusunnu! Kanska ein skuldi roynt kjansin sum integratiónsprestur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder