Innanlands

Viðførisviðurskiftini í Vága Floghavn skulu nú betrast

Stjórin viðurkennir í viðtalu við Kringvarpið, at tað er ov trongt, og at viðførisbandið er stutt - um bert eitt stórt flogfar lendir, eru trupulleikar. Nú háárstíðin er við at hæsa av verður farið undir arbeiðið, ið eftir ætlan skal verða liðugt áðrenn næsta summar

Fólk hava ofta nógv viðføri við, og tá millum annað stór flogfør lenda, er skjótt til at trupulleikar síggjast í viðførishølinum (Mynd: Sverri Egholm)

Fólk hava ofta nógv viðføri við, og tá millum annað stór flogfør lenda, er skjótt til at trupulleikar síggjast í viðførishølinum (Mynd: Sverri Egholm)

2022-08-17 09:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hølið fer frá 250 fermetrum til 620 fermetrar, og bandið verður tvífalt so langt. Ætlanin er greið; viðførisviðurskiftini á flogvøllinum í Vágunum skulu betrast, áðrenn háárstíð er aftur - næsta summar.

Hetta gjørdi Regin I. Jakobsen greitt í samrøðu við Kringvarpið í gjár. Stjórin í Vága Floghavn viðurkennur, at umstøðurnar ikki eru nøktandi til flogferðsluna, sum hon er nú, og bara tað at eitt fultsett flogfar - við áleið 180 ferðafólkum og har øll hava hvør sítt kuffert -  lendir, so eru trupulleikar á bandinum, ið er ov stutt. Hetta hevur millum annað við sær, at kuffert verða kroyst ella detta á gólv.

[object Object]
Regin I. Jakobsen

Nógv hava í summar víst sítt ónøgdsemi; bæði við viðurskifitni tá viðføri skal heintast, men eisini við at ikki nóg nógv sitipláss eru í terminalinum; serliga tá tvey flogfør skulu avstað um áleið somu tíð. 

Byrjað verður at gera sjálvt viðførishøli størri og bandið tvífalt so langt, nú tá háárstíðin verður av, sigur Regin Jakobsen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder