
Býráðið á Tvøroyri skal á ársins fyrsta býráðsfundi í kvøld taka støðu til eina umsókn frá Kristin Michelsen, borgarstjóra um at røkja tingsessin og borgarstjórasessin.
Umsóknin er sambært §6, stk.2, 5. pkt. í kommunustýrislógini, sum ásetur, at ein borgarstjóri skal leggja frá sær øll almenn álitisstørv, sum ikki beinleiðis hava samband við borgarstjórastarvið, um borgarstjórastarvið er fulla tíð.
Tó kann kommunustýrið loyva frávik frá regluni, um talan er um størv, sum eru beinleiðis fólkavald.
Býráðsfundurin er almennur og byrjar í býráðssalinum klokkan 19, skrivar Tvøroyrar kommuna.
Øll skráin fyri fundin er henda:
- Umsókn frá Borgarstjóranum samb. §6, stk.2, 5. pkt. í kommunustýrislógini.
- Dagføringar av kommunustýrisskipanini fyri Tvøroyrar kommunu.
- Val av nevndarlimum samb. §30-34 í kommunustýrisskipanini fyri Tvøroyrar kommunu.
- Val av dátuverndarfólki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald