2019-05-15 09:05
Víðagitni marglistamaðurin úr Fuglafirði – Frits Johannesen – fyllir 75 tann 22. mai.
Forlagið Sprotin leggur í hesum sambandi fram nýtt verk við hansara myndlist, og Fuglafjarðar kommuna skipar fyri almennum føðingardagskvøldi í Mentanarhúsinum. Á kvøldinum verður sangur við Fuglafjarðar gentukóri og tónleikur við Fuglafjarðar hornorkestri. Eisini verða røður, bókaframløga og ”okkurt óvæntað”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald