Uttanlands

Víðgongd brúka korona í stríði móti myndugleikunum

Fregnartænastan hevur tikið eitt nýtt hugtak við í sína ársfrágreiðing

Mótmælistiltak móti corona í Keypmannahavn (Savnsmynd: EPA)

Mótmælistiltak móti corona í Keypmannahavn (Savnsmynd: EPA)

2022-03-29 09:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt nýtt hugtak hevur sæð dagsins ljós í árligu frágreiðingini hjá donsku fregnartænastuni, PET, um yvirgangshóttanir móti landinum. Hugtakið er ‘antimyndigheds-ekstremisme’ – víðgongdur politiskur hugburður vendur móti myndugleikunum.

PET – Politiets Efterretningstjeneste – hevur lagt frágreiðing sína fram í dag.

Dømi um hetta slagið av ekstremismu hevur verið at sæð í sambandi við korona-smittuna. Her er talan um persónar, sum tosa um, at neyðugt er at brúka harðskap móti fólkavaldum og øðrum myndugleikapersónum.

Sambært Center for Terroranalyse (CTA) er tað serliga hóttanir, sum víðgongd av hesum slag brúka. Hóttanirnar verða vendar móti politikarum og fakpersónum, og ganga fyri tað mesta fyri seg á sosialu  miðlunum.

Men yvirskipað metir CTA tó, at hóttanirnar av hesum slagi eru avmarkaðar, skrivar Ritzau.

Greiningin snýr seg eisini um hóttanina frá stríðsfúsari islamismu. Hóttanin er álvarslig. Men vandin fyri at einstaki borgarin í Danmark verður raktur av terror, er lítil, metir PET.

Í frágreiðingini verður eisini sagt, at vinstravígongd umhvørvi heldur ikki er nøkur hóttan. Hóttanin frá hesari síðu er minimal, verður sagt.

Um ekstremismu vend móti myndugleikunum verður sagt, at ein ávís óvissa er knýtt at metingini. Hetta tí at henda hóttanarmyndin er lutfalsliga nýggj, og hevur ikki langa søgu í Danmark.

Ekstremisma sæst sum plágan og hóttanir. Haturstala kann fáa “fólk í sálarligari ójavnvág ella sum er løtt at ávirka til at fremja harðskap, ið kann líkjast yvirgangi”, stendur í frágreiðingini.

Les eisini: Føroyar eru ikki hóttar av yvirgangi   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder