Uttanlands

Høgravendi sjónvarpsverturin Tucker Carlson fingið sekkin á Fox

Hetta hendir eftir, at høgravenda amerikanska sjónvarpsrásin Fox News mátti rinda 5,4 milliardir krónur í endurgjaldi til privata fyritøku fyri lygusøgur í longri tíð

Sjónvarpsverturin á Fox News, Tucker Carlson, sum hevur verið besti verjin hjá víðgongdum høgravendum amerikansarum,  hevur fingið sekkin.

Sjónvarpsverturin á Fox News, Tucker Carlson, sum hevur verið besti verjin hjá víðgongdum høgravendum amerikansarum, hevur fingið sekkin.

2023-04-25 09:43 Author image
Jan Müller
placeholder

Fyri tey, sum dagliga fylga við í amerikanskari pressu, slepst neyvan undan at kenna til navnið Tucker Carlson - víðagitni og millum høgravend konservativ í USA mest virdi sjónvarpsverturin seinastu mongu árini. Við sínum miðvísu og áhaldandi álopum á demokratiskar politikarar og her ikki minst seinastu demokratisku forsetarnar, hevur hann sett síni týðuligu fingramerki í amerikanska samfelagnum. Hann verður mettur at eiga høvuðsæruna av, at høgravenda rásin hevur fingið so stóra undirtøku millum konservativar amerikanarar. 

Við sínum framúr talugávum og politiska retorikki og konspiratiónsteorium sum amboð hevur hann megnað at skapa fíggingamyndir og seta kílar millum fólk við ymsum húðaliti og ymsum politiskum áskoðanum. 

Men mest kendur man hann vera fyri sín dygga stuðul til  fyrrverandi forsetan Donald Trump, og hevur sum so staðið á odda fyri at rættvísagera hansara vallygnir. Hann mundi eisini eiga sín lut í valsigrinum hjá Donald Trump í 2016 - saman við ultravíðgongdum á høgravonginum so sum Roger Stone og Alex Jones. 

[object Object]

Flest allir amerikanskir miðlar ruddaðu forsíðurnar í gjárkvøldið til at geva rúmd fyri tíðindunum um, at kendi sjónvarpsverturin á kaðalsendirásini Fox varð uppdagdur.

Uppsøgnin kemur eftir, at høgravenda rásin fyrst varð saksøkt av fyritøkuni Dominion fyri at hava borið skeiv og rong tíðindi um at vera partur av valsviki og síðani - fyri at sleppa sær undan einum lemjandi og avdúkandi sakarmáli - valdi at gera semju og rinda størstu upphædd nakrantíð í amerikanskari fjølmiðlasøgu, 5,4 milliardir krónur í endurgjaldi til privata fyritøku. 

Tucker Carlson hevur leingi verið mest vælumtókti verturin á Fox rásini, og hevur útvegað henni milliónir at hyggjarum - fyrst og fremst fyri heilhjartaður at hava stuðlað Trump í hansara lygnum um valúrslitið í 2020. Men eisini í flest øllum øðrum málum, sum Trump hevur havt á síni valskrá. Eitt nú at við at koma við uppáhaldinum um, at Biden roynir at lata upp mørkini til USA, soleiðis at latínamerikanarar kunnu broyta demografiska USA soleiðis, at tey hvítu vera við undirlutan. 

[object Object]

Carlson var so eisini millum teirra, sum royndi at sleppa Trump undan ábyrgd í álopinum á Kongressina og sjálvur kallaði hendingina 6. januar 2020 fyri eina friðarliga mótmælisgongu - nakað, sum skuldi koma honum aftur um brekku og sum helst eigur lut í uppsøgnini vilja eygleiðarar vera við.  

[object Object]

Carlson hevur annars verið oddamaður í herferðini móti demokratiskum og vinstrahallum politikarum í USA og hevur m.a. eisini brúkt part av senditíð síni at taka undir við víðgongda høgrarákinum í Evropa, her serstakliga í Ungarn. Eitt skifti varð hann gestur hjá høgravenda ungarska leiðaranum Orban, sum stutt eftir eisini varð gestarøðari á republikanska konventinum CPAC. 

Undan sakarmálinum millum Dominion og Fox samtakið nú um dagarnar kom fram, at nógv av tilfarinum, sum eitt nú Tucker Carlson borðreiddi við fyri milliónum av amerikanarum í sínum sendingum, bygdi á lygn. Ein lygn,  sum Trump og hansara sakførarar skræddaraseymaðu til høvið og sum Carlson endurtók aftur og aftur í síni millum konservativar amerikanarar sera vælumtóktu sending á Fox. 

Tað, sum fekk bikarið at flóta yvir hjá dómara og øðrum við, tá sakarmálið varð fyrireikað, vóru vitnisfrágreiðingar, har Carlson og hansara arbeiðsfelagar vórðu avdúkaðir fyri vælvitandi at hava logið, fyrst og fremst tí hesar lygnir vóru við til at økja um hyggjaratalið hjá sjónvarpsrásini.

Eisini er komið fram, at Tucker Carlson skal hava úttalað privat, at hann hataði Trump. Kortini var hann aftur og aftur á barrikadunum, tá Trump hevði brúk fyri hansara tulking av mongum samfelagsmálum. 

[object Object]

Prógvini og vitnisfrágreiðingar, sum longu vórðu kendar, áðrenn sjálvt sakarmálið skuldi byrja í farnu viku, vóru so mikið avdúkandi, at stjórin í øllum samtakinum, sum Fox er partur av, Rupert Murdoch, valdi at gera semju við saksøkjaran heldur enn at skula fara út í eina eyðmýkjandi rættarsak, sum  hann eftir øllum at døma visti, at hann fór at tapa. 

So best var at binda um heilan fingur og rinda 5,4 milliardir krónur í endurgjaldi heldur enn at verða skotskiva hjá tíggjutals vitnum. 

Tað kom tó heilt ávart á amerikanskar miðlar og almenningin, tá tíðindi um Tucker Carlson bórust í gjárkvøldið. Nú verður gitt, hvørjir aðrir persónar á støðini, sum hava borið seg eins at sum Carlson, fáa sekkin. 

[object Object]

Hóast semjuna við Dominion, sum framleiddi mongu valteljimaskinurnar, ið vórðu brúktar til uppteljingina av atkvøðunum til seinasta forsetaval og sum vórðu skýrdar av Fox vertunum fyri at hava verið partur av valsvikinum til tess at hjálpa Biden, so stendur enn eitt sakarmál fyri framman frá eini aðrari fyritøku, sum hevur fingið somu viðferð í Fox sum Dominion Voting Systems, og sum nú  saksøkir Fox at gjalda eina tvífalt so stóra upphædd sum Dominion. 

Amerikanskir miðlar skrivaðu í gjárkvøldið, at tað er ikki óhugsandi, at uppaftur fleiri sakarmál fara at verða reist móti Fox, og onkur teirra rør entá framundir, at hetta kann gerast endin á hesum ultravíðgongda miðlinum hjá miðlamilliarderinum Rupert Murdoch. 

Eitt av mongu og sera avdúkandi prógvunum móti Fox longu áðrenn sakarmálið skuldi byrja, var tann sannroynd, at Tucker Carlson og aðrir journalistar á Fox vistu, at útsøgnirnar hjá sakføraranum hjá Trump, eitt nú Sidney Powell og Rudy Giuliani, vóru skeivar og rætt og slætt lygn. Kortini valdu teir at tiga henda veruleika og hildu fram við at bera fram lygnirnar, sum um tær vóru sannar.

Tað ljóðaði í gjárkvøldið, at ein orsøk til, at Carlson fekk sekkin vóru hansara atfinningar móti Fox. Washington Post hevur fest seg við, at Tucker varð koyrdur uttan møguleika fyri at takka fyri seg og siga milliónum av hyggjarum farvæl. 

Carlson, sum byrjaði hjá Fox News í 2009, hevur við sínum vælumtóktu sendingum millum høgravendar konservativar amerikanarar og her serstakliga republikanarar, gjørt Fox til tann størsta konservativa miðilin í USA og sum harvið fyllur nógv í almenna rúminum. 

Tað ljóðar, at arbeiðsfelagarnir hjá Tucker Carlson vórðu púra ovfarnir av uppsøgnini. 

Viðmerkingarnar í øðrum miðlum eru m.a., at avdúkingin av lygnunum hjá Donald Trump um valsvik kundi ikki halda hondina yvir einum so framstandandi sjónvarpsverti sum Tucker Carlson. Men tað kemur eisini fram í viðmerkingum frá høgtstandandi advokatum, at tað var umrøðan Carlson hevði av álopinum á Kongressina, sum kann hava givið bæði Murdoch og øðrum í konservativa baklandinum orsøk til at kvetta bondini við Tucker Carlson. Men hann verður so neyvan tann seinasti. Og spurningurin er eisini um, hvør "dómur" verður feldur yvir persónin, sum hevur latið alt hetta ganga um seg, nevniliga 92 ára gamli eigaran av Fox samtakinum, Rupert Murdoch. 

[object Object]

Hetta  fer heilt víst at broyta miðlalandslagið í USA og seta hægri krøv til bæði tey, sum eiga miðlar og tey, sum arbeiða í miðlunum, her ikki minst teimum høgravendu miðlunum, sum støðugt og framhaldandi halda fram við at verja útsóknirnar hjá fyrrverandi forsetanum Donald Trump um, at valsvik varð framt í 2020 eins og rættvísgera hendingarnar í og kring Kongressina eftir seinasta val.  

Tað eru tey, sum longu nú siga, at seinastu hendingarnar rundan um Fox News kunnu vera við til at lekja aftur tað annars so haturskenda politiska umhvørvið í USA. Og hetta koma ikki minst leiðandi republikanarar at sanna, nú eisini teir í stóran mun í fleiri ár hava tikið lygnirnar á Fox til sín. 

[object Object]

Millum mongu viðmerkingarnar seint í gjárkvøldið varð eisini henda í miðlinum MSNBC: 

"Carlson’s toxic cocktail of misinformation, racism and reactionary ideas is why his departure from Fox is likely to be good news."

Hesum eru mongu hyggjararnir hjá Fox neyvan samdir í. Teir vóna nú, at leiðslan í hesi stóru miðlafyritøkuni fer at finna annan persón at seta í Tucker´sa stað. Men tað verður neyvan lætt, so mikið nógv fylti hann. 

Keldur: Washinton Post, New York Times, Los Angeles Times, CNN, MSNBC 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder