J. &. K. Petersen Contractors eru byrjaðir upp á arbeiðið í sambandi við bátahylurin í Norðragøtu. Arbeiðið fevnir um at breiðka og dýpa bátahylin, leggja flótibrýr út, og síðani gera økið rundan um liðugt.
Farið varð undir arbeiðið fyrst í september, og byrjað varð við at leggja verjugrót út. Síðani verður farið í gongd við at laða innaru síðu av garðinum.
Í oktober verður byrjað at stoypa ringarnar til molahøvdið og taka gomlu bátabrúgvarnar upp og leggja nýggjar út.
Endamálið við útbyggingini av bátahylinum er at gera pláss fyri fleiri bátum. Roknað verður eisini við, at tað verður kyrrari í hylinum eftir útbyggingina, tí á ávísum ættum hevur tað verið ókyrt í hylinum. Tí trupulleikanum er ætlanin at fáa bilbukt við.
Eysturkommuna bjóðaði arbeiðið út í oktober 2018, og J. &. K. Petersen Contractors vóru millum teir átta veitararnar, sum vóru innbodnir at gera arbeiðið.
Samlaða tilboðið hjá J. &. K. Petersen Contractors er upp á 11,6 milliónir krónur, og hetta var umleið 20 prosent lægri enn næsta tilboðið.
Arbeiðið skal verða liðugt á sumri 2020. Teknistovan GØTA hevur projekterað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald