2019-10-28 16:22
Arbeiðið við at víðka kirkjugarðin inni í Líðini er nú farið í gongd.
Tað var í 2015 og 2016, at Vágs kommuna ognaði sær stykkini eystanfyri kirkjugarðin, soleiðis at farast kundi undir at víðka um hann.
Kirkjugarðurin í Líðini varð vígdur og tikin í nýtslu í 1970 og er síðani víðkaður eystureftir og omaneftir.
Nú verður kirkjugarðurin so enn einaferð víðkaður eystureftir í tráð við fíggjarætlanina fyri 2019, har játtan er sett av til endamálið, skrivar heimasíðan hjá Vágs kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald