Mentan

Víðka um parkeringsøkið uttan fyri Krígssavnið

J&K Petersen fer nú undir at víðka um parkeringsøkið hjá Krígssavninum, sum er í SOR-bygninginum við flogvøllin

Karl Jóhan Nielsen, formaður í Krígssavninum og Sigtór A. Petersen, annlegsleiðari hjá P/F J. & K. Petersen. Myndin er tikin, har víðkaða parkeringsøkið hjá Krígssavninum verður

Karl Jóhan Nielsen, formaður í Krígssavninum og Sigtór A. Petersen, annlegsleiðari hjá P/F J. & K. Petersen. Myndin er tikin, har víðkaða parkeringsøkið hjá Krígssavninum verður

2020-08-16 21:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á Krígssavninum, sum er í SOR-bygninginum við Flogvøllin, hevur verið arbeitt støðugt við at seta ein part av bygninginum í upprunastand, har framsýningin er sett upp. Síðan 20. juni hevur Krígssavnið verið opið í vikuskiftunum, men, nú Korona aftur varð staðfest í landinum, hevur ikki verið opið. Vónandi fer at bera til at lata upp aftur til várs.   

Víðka parkeringsøkið   
Av tí at byggiætlanin hjá Krígssavninum umfatar nýggja barakk, sum verður bygd, vestureftir, uppí verandi bygning, er neyðugt at betra parkeringsmøguleikarnar.

Størri uttanum øki er avgjørt neyðugt, tá ið t.d. hugsað verður um stóru bussarnar, sum koma við bólkum, ið skulu inn á savnið; teir skulu venda og parkera, kanska tveir ella tríggir samstandis. Somuleiðis leggur Krígssavnið stóran dent á, at tey vitjandi ikki skulu hava trupuleikar, at seta bilin frá sær.

Krígssavnið hevur tí ognað sær lendi, 1576 fermetrar vestureftir, at brúka til  parkering.

Avtala við J. & K. Petersen, sum hevur 25 fólk úr Vágum í starvi
Ein góð avtala er nú gjørd millum Krígssavnið og byggifyritøkuna P/F J. & K. Petersen, at fyrireika økið til parkeringspláss.

J. & K. Petersen fer undir arbeiðið um eina viku. Avtalað er, at lendisarbeiðið verður avhendað síðst í oktober, komandi.

J. & K. Petersen hevur umleið 190 fólk í starvi, harav umleið 25 eru úr Vágum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder