
Útbyggingin av kirkjugarðinum á Knúgvum hevur drigið út, tí ongin arbeiðstakari hevur verið til verkætlanina.
Hetta staðfestir Vestmanna kommuna á heimasíðu sínari.
Í november í fjør og í januar í ár fekk kommunan tilboð uppá arbeiðið - á ávikavist 10,3 milliónir krónur og 7,2 milliónir. Serliga fyrra tilboðið varð mett at vera alt ov høgt, og mett varð tó at best var at bíða.
- Hetta vísti seg at verða ein røtt avgerð, tí í oktober 2024 eydnaðist umsíðir at fáa eitt tilboð frá Articon uppá 5,9 milliónir krónur
Bygdaráðið tók av, og er umleið helmingurin - 3 milliónir krónur - settar av á Fíggjarætlanini fyri 2025, so víðkanin av kirkjugarðinum á Knúgvum kann setast í verk, skrivar vestmanna.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald