Innanlands

Viðlíkahalda Føroyar við einum eyka arbeiðsdegi

Frá í dag og til og við leygardagin eri eini 120 fólk og hjálpa við teimum átta ymisku verkætlanunum til "Closed for Maintenance, Open for Voluntourism"

Arbeiði fer í høvuðsheitum at snúgva seg um at gera gøtur, laða varðar, at seta vegvísarar upp v.m., so tað verður tryggari og lættari at ferðast í Føroyum. Summar verkætlanir eru framhald av arbeiðinum ið varð framt í fjørð. Eitt nú verður arbeitt í Nólsoy, Vestmanna, Tjørnuvík, Sundshaga og Slættanes

Arbeiði fer í høvuðsheitum at snúgva seg um at gera gøtur, laða varðar, at seta vegvísarar upp v.m., so tað verður tryggari og lættari at ferðast í Føroyum. Summar verkætlanir eru framhald av arbeiðinum ið varð framt í fjørð. Eitt nú verður arbeitt í Nólsoy, Vestmanna, Tjørnuvík, Sundshaga og Slættanes

2024-05-02 18:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í døgunum 2. til 4. mai vera sjálvboðin aftur at síggja kring landið í samband við "Closed for Maintenance, Open for Voluntourism" átakið, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið.

Átakið var fyrstu ferð í 2019. Hetta er sostatt sættu ferð verkætlanir verða kring landið. Áhugin hjá sjálvbodnum at vera við hevur verið stórur, og av teimum 6.000, sum høvdu teknað seg í ár, standa nú 80 útlendingar og áleið 50 føroyingar klárir at seta fyrstu hond á tær átta ymisku verkætlanirnar kring landið. Sum nakað nýtt hava vit lagt ein arbeiðsdag aftrat vikuskiftinum.

Arbeiði fer í høvuðsheitum at snúgva seg um at gera gøtur, laða varðar, at seta vegvísarar upp v.m., so tað verður tryggari og lættari at ferðast í Føroyum. Summar verkætlanir eru framhald av arbeiðinum ið varð framt í fjørð. Eitt nú verður arbeitt í Nólsoy, Vestmanna, Tjørnuvík, Sundshaga og Slættanes.

[object Object]

[object Object]

Tær 8 verkætlanirnar, sum vera við í ár, verða nærri lýstar HER. Hvør verkætlan hevur ein samskipara og ein arbeiðsformann/kvinnu, sum stendur fyri øllum tí praktiska.

Av tí, at arbeitt verður á hesum átta støðunum heitir Visit Faroe Islands á fólk um at vísa fyrilit og vóna, at tað ber til at útseta gongutúrar á hesum støðum, meðan arbeitt verður komandi dagarnar (2-4 mai).

Visit Faroe Islands
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder