Uttanlands

Vietnam: Yvir 100 hitamet sett í apríl

Landsynningsasia hevur verið rakt av fleiri hitabylgjum seinastu tíðina, og nýggj hitamet eru sett í fleiri londum

Deyðir fiskar í Song May-vatngoymsluni í vjetnamesiska Dong Nai-landslutinum (Mynd: AFP)

Deyðir fiskar í Song May-vatngoymsluni í vjetnamesiska Dong Nai-landslutinum (Mynd: AFP)

2024-05-05 15:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í asiatiska landinum Vietnam vórðu fleiri enn 100 hitamet sett í apríl, upplýsir veðurstovan í landinum.

Vietnam hevur seinastu vikurnar verið rakt av einari hitabylgju, sum eisini hevur elvt til hitamet í Thailandi og Bangladesj.

Í vikuni vórðu 44 hitastig skrásett í tveimum býum. Tað hægsta, sum nakrantíð er mált í øllum landinum er 44,2. Tað var í mai í fjør.

Ógvusligur hiti og vantandi regn hevur kravt fleiri mannalív og stongt fleiri skúlar í Filipsoyggjunum og India. Í suðurvietnamesiska landslutinum Dong Nai eru hundraðtúsundatals fiskar deyðir í Song May-vatnbrunninum, har vatnið næstan ikki sæst fyri deyðum fiskum.

Í apríl varð Vietnam rakt av trimum ógvusligum hitabylgjum, og veðurfrøðingar vænta meira hita í mai, har tað væntast at blíva millum 1,5 og 2,5 stig heitari enn undanfarin ár.

Apríl og mai er vanliga heitasta tíðin á árinum í Landsynningsasia, og sambært veðurfrøðingum er tað El Niño, sum er orsøkin til, at tað gjørdist serliga heitt í á, skrivar Ritzau.

Nýggj hitamet eru sett í Bangladesj og Myanmar, og síðan nýggjár hava hitabylgjur kravt í minsta lagi 30 mannalív í Thailandi. Í indiska býnum Kolkata skrásettu tey í apríl heitasta dagin síðan 1954, tá hitin kom upp á 43 stig.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder