Mentan

Vígdis Hentze tilnevnd til svenska filmsheiðursløn

Kann fáa ein Guldbagge fyri leiklutin sum Johanna í ”Fågelfångarens son”

Vígdis Hentze Björck, her saman við foreldrum sínum, Jónu Hentze og Eliesar Olsen, til føroysku frumframførsluna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Vígdis Hentze Björck, her saman við foreldrum sínum, Jónu Hentze og Eliesar Olsen, til føroysku frumframførsluna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-01-09 08:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Guldbaggen er fremsta heiðurslønin, sum verður givin innan filmsvinnuna í Svøríki.

Og nú hevur ein føroyingur møguleika at vinna ein Guldbagge. Tað er Vígdis Hentze Björck úr Havn, ið vit fyrr kendu sum dansara, men nú meira sum sjónleikara.

Vígdis spældi kvinnan Johanna, sum í filminum hjá svenska Richard Hobert, leitar sær út á eina franska skonnart í royndini at fáa ein son og harvið tryggja, at garður teirra verður varðveittur í familjuni.

Filmurin hevði frumframførslu í vár, fyrst í Svøríki og síðan í Kongshøll í Havn. Tá svenski filmsídnaðurin deilir út heiðurslønir fyri bestu filmsavrikini, er Vígdis Hentze Bjzörck tilnevnd millum teirra, ið standa til at vinna heiðursløn fyri besta kvinnuliga høvuðsleiklut.

Guldbagge virðislønirnar verða handaðar á einum hátíðarhaldi 20. januar. Í gjár vóru tey tilnevndu kunngjørd, og høvuðsleikluturin hjá Vígdis var einasta tilnevningin, sum filmurin, ið er upptikin í Føroyum, fekk.

Vígdis Hentze Björck er tilnevnd saman við Pernilla August í filminum ”Britt-Marie var här”, Emelie Gabers í filminum ”Aniara” og Sanna Sundqvist í filminum ”Ring mamma”. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder