Innanlands

Viggo Christiansen leggur frá sær

Hann hevur arbeitt hjá Tórshavnar kommunu síðan 1988, men nú leggur hann frá sær, og í hesum sambandi var skipað fyri hugnaløtu fríggjadagin

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-05-01 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin var hugnaløta í Posthúskjallaranum í Havn, nú Viggo Christiansen leggur frá sær eftir at hava arbeitt hjá Tórshavnar kommunu í 34 ár.

Býarverkfrøðingurin Fríður Dalsgarð, tekniski stjórin Bogi Jacobsen, og borgarstjórin, Heðin Mortensen, hildu allir røðu fyri Viggo. Eisini fekk hann fleiri gávur – m.a. ein fjallastav frá kommununi, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuna.

Borgarstjórin visti ikki heilt, hvat hann skuldi siga, nú Viggo hevði sagt, at tað var heilt sikkurt, at hann gavst at arbeiða hjá kommununi, og Heðin Mortensen vísti á, at Viggo langtsíðan er pensjóneraður, og at starvsfelagar hava hildið bæði føðingardagar og starvsdagar uppá strípu fyri honum, og enntá sett nýggjan leiðara – men Viggo hevur framvegis verið til arbeiðis.

– Satt at siga roknaði eg við, at hann fór at enda sum ráðgevi til hann varð minst 80. Tí veruleikin er jú, at tað nærmast er fullkomiliga ómøguligt at erstatta eitt menniskja sum Viggo. Tað skal ein long tillaging og tilvenjing til hjá nýggjum fólki, áðrenn mann spakuliga kann byrja at sleppa Viggo uppá fjall.

– Soleiðis er, tá mann dugir alt og veit alt, segði borgarstjórin.

Viggo byrjaði at arbeiða hjá Tórshavnar kommunu í 1988.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder