2025-03-17 09:07

Í sambandi við at nýggja orglið í Vestmanna kirkju verður vígt og tikið í nýtslu, verður vígslukonsert í kirkjuni mikukvøldið 19. mars kl. 19:00.
Talan er um nýtt og framkomið kirkjuorgul frá Content orgulverksmiðjuni í Niðurlondum – tað fyrsta av sínum slag í Føroyum.
Maria Sommers Nolsøe, prestur, vígur orglið og Gerwin Boswijk, organistur úr Niðurlondum, spælir á kirkjuorglið.
Talan er um eina fjølbroytta konsertskrá, har áhoyrarin fær høvi at hoyra mongu møguleikarnar, ið nýggja orglið gevur.
Vestmanna kirkja
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald