
Fyriskipararnir handan Viku Sex hava aftur í ár skipað soleiðis fyri, at fyrsta árs næmingar á yrkis- og miðnámsskúlum og Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík fáa seksualundirvísing í Viku Sex. Tað er felagið Kyn, sum kemur at standa fyri undirvísingini.
Byrjað verður í dag í Suðuroy, Vestmanna og í Klaksvík og hildið verður fram týsdagin og mikudagin á Glasi og hósdagin fáa næmingarnir á Kambsdali undirvísing.
Undanfarin ár hava fyriskiparar endað við einum almennum tiltaki fyri fakfólk og foreldur. Vegna umstøðurnar við Koronu, er fyrilesturin í ár framleiddur sum ein sending til sjónvarpið. Fyrilesturin eitur: “Keldur til seksualvitan hjá føroyskum ungum” við Marini í Dali, lækna. Hann verður vístur í Kringvarpinum hóskvøldið 11. februar kl. 19.50.
Í ár eru fyriskipararnir við úti á skúlunum, og næmingarnir fáa høvi at tosa við fyriskipararnar og hoyra, hvørjum arbeitt verður við, og næmingarnir fáa høvi at seta spurningar og luttaka í kappingum.
Fyriskipararnir bjóða:
postkort
krabbagággu
hít
bomm
endurskin
pennar
Ynskiligt hevði verið eisini at bjóðað næmingum í Fólkaskúlanum undirvísing, men hetta verður tíverri ov umfatandi. Fyrireikararnir eggja tó lærarum at taka evnið upp í sambandi við vikuna. Til hetta hevur Nám lagt tilfar á www.snar.fo, sum lærarar kunnu nýta í undirvísingini í Viku Sex.
Endamálið við Viku Sex er at menna seksualundirvísingina, tí holl vitan um kropp, kenslur, fyribyrging, mørk, rættindi og onnur seksuell evni hava jaliga ávirkan á, hvussu vit trívast.
– Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi og Almannamálaráðið/Sig frá!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald