Í sambandi við Viku Sex hevur felagið Kyn verið runt á yrkis- og miðnámsskúlunum umframt á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík farnu vikuna og givið 1. árs næmingunum seksualundirvísing.
Fyriskiparar av Viku Sex eru Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi og Almannamálaráðið/Sig frá!, og sambært teimum lata næmingarnir sera væl at undirvísingini, og siga teir seg hava fingið nógv burturúr.
Næmingar hava millum annað sagt:
– Undirvísingin var so góð.
– Eg lærdi meira uppá ein blokk, enn eg lærdi gjøgnum allan fólkaskúlan.
– Eg haldi henda undirvísingin er viktig og man skuldi farið nógv longri niður í fólkaskúlanum, eisini longri niður, enn 7. flokk.
– Hetta er fyrstu ferð, eg havi fingið seksualundirvísing.
Fyriskipararnir vóru eisini við úti á skúlunum við kunning og tilfari. Nógvir næmingar nýttu høvið at vitja básar teirra.
Spurningurin “Heldur tú, seksualitetur hevur nakað við heilsu at gera?” setti tankar í gongd hjá næmingunum og fingu tey mangt gótt prát um, hvønn týdning t.d. kenslur hava á okkara heilsu.
Eisini varð skipað fyri kapping á Instagram, har næmingar kundu fara inná "Samtykki" og gita, hvussu nógvar hítir vóru í einari glaskolbu.
223 næmingar luttóku, og tríggir teirra gittu rætta talið, sum var 150. Tí varð neyðugt at draga lut um vinningin millum hesar tríggjar, og vinnarin gjørdist Sólja Kallsberg, sum streyk av stað við einum gávukorti á 500 krónur.
– Sum fyriskiparar eru vit sera væl nøgd við móttøkuna á skúlunum og fegnast samstundis um, at felagið Kyn aftur í ár kundi skipa fyri undirvísingini, siga fyriskiparar í tíðindaskrivi.
– Endamálið við Viku Sex er at menna seksualundirvísingina, tí holl vitan um kropp, kenslur, fyribyrging, mørk, rættindi og onnur seksuell evni hava jaliga ávirkan á, hvussu vit trívast.
Fyriskipararnir mæla myndugleikunum á økinum til at fáa seksualundirvísing til at vera part av undirvísingini ígjøgnum allan fólkaskúlan og á miðnámi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald