Uttanlands

Viking Sky lagt at bryggju

Tilsamans 20 fólk eru flutt á sjúkrahús, og trý teirra eru álvarsliga særd

Savnsmynd (Mynd: EPA)

Savnsmynd (Mynd: EPA)

2019-03-24 15:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Neyðstadda ferðamannaskipið Viking Sky er nú komið í land í Molde í Noregi.

Umborð sótu eini 900 fólk eftir. 479 fólk vóru longu flutt av skipinum í tyrlu í nátt og fyrrapartin.

Sambært DR skulu tey flestu, møguliga øll, ferðafólkini vera verandi umborð á skipinum.

Í Molde vóru handlar latnir upp, so ferðafólkini kundu keypa har. Fyritøkan Viking Ocean Cruises hevur givið øllum ferðafólkunum 2500 norskar krónur í part at keypa fyri. Ferðafólkini, sum vóru flutt av skipinum í tyrlu høvdu einki viðføri við sær.

Eisini kundu ferðafólkini fáa sær ókeypis kaffi og donuts.

20 ferðafólk eru flutt á sjúkrahúsið, og trý teirra eru álvarsliga særd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder