The Viking Voyage – ferðin til Norra – við seksæringinum Naddoddi av Tvøroyri er útsett fyri í fyrsta lagi veður, og í øðrum lagi er báturin ikki heilt klárur enn.
Hesum boða fyriskipararnir frá.
- Men ongin hevur mist mótið, og lagið er gott. Ólavur Rasmussen, stjóri í SALT og manningin á Naddoddi skipaði í gjár, sunnudagin 18. august, og í dag, mánadagin 19. august, fyri stórfingnum kunningartiltaki á mentanarborgini SALT á Drelnesi. Skúlanæmingar úr Vági, Hvalba og av Tvøroyri, umframt Føroya Eftirskúla á Tvøroyri, fyltu høllina og balkongina í SALT í morgun, dagin eftir ta somuleiðis kunnandi samkomuna í gjár, sunnudagin, 18. august. Og seinnapartin í dag bjóðar Tvøroyrar kommuna manningini á Naddoddi, nevndini og sjálvbodnum hjálparum í bátafelagnum Naddoddi døgurða í Naddoddaneystinum á Tanganum á Tvøroyri.
(Mynd: Bátafelagið Naddoddur)
Teir seks sum manna bátin eru Andy Fitze, skipari úr Sveis, Livar Nysted, havrógvari úr Hvannasundi, Karla Dana, víkingafornfrøðingur úr Meksiko, búsitandi í Florida, USA, Saeny Blaser, fotografur úr Sveis, Georg Aebi og Martin Fitze.
Ferðin er útsett er útsett til í fyrsta lagi í morgin, týsdagin 20. august.
- Vit fáa at síggja, hvussu veðrið háttar sær. Tað, vit vita um veðurforsøgnina í dag, mánadagin 19. august, er, at í morgin, týsdagin 20. august, melur hann millum útsynning og útnyrðing, 3 til 8 m/s. Vesturætt við góðum byri. Skýggjað og ælaveður, men sum frá líður sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin millum 8 og 13 stig, siga fyriskipararnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald