Fyri nakað nógvum árum síðan fór sálaði advokaturin, Poul Hansen, undir eina ætlan um at fáa føroyingum ein víkingagarð til vega. Ætlandi skuldi hann setast upp omanfyri bygdina í Kvívík. Hann doyði frá ætlanini, áðrenn komið var á mál. Við deyða hansara kom stígur í málið, og ymiskar royndir hava verið gjørdar fyri at fáa hendur á garðin ella partar av honum.
Tað er nakað væl fráliðið, síðan Runavíkar kommuna gjørdist partur av málinum. Part av tíðini saman við øðrum, men á býráðsfundinum hin 2. november í ár samtykti býráðið einmælt at taka undir við samráðingarúrslitinum partanna millum. Keypið er nú avgreitt.
Í 2021 keypti Runavíkar kommuna ognina Skipanes frá Jóni Konoy. Ongin ávís ætlan var við keypinum, men táið málið um víkingagarðin tók seg upp, var tað hildið hóskiligt, at júst hendan ognin var hin rætta at seta ein víkingagarð, um tey fingu hendur á honum.
Bygdin Skipanes er niðursetubygd, men menn ivast ikki í, og navnið ber tað við sær, at Tróndur í Gøtu hevur havt sínar bátar og skip síni liggjandi her, heldur enn við brimplássini hinumegin Eiði. Ognarviðurskiftini í økinm eru nú tey, at Runavíkar havn eigur atløgubryggjuna, Runavíkar kommuna jørðina, Gøtu Fornminnafelag eigur matr. no. 5, har hildið verður at Tróndarneyst hevur staðið, og festini Fløturnar, Gøtuseyður og Bøseyður eiga fjøruna.
Hetta er ein íløga í mentan og søgu, men ongin ivi er um, at ein víkingagarður á Skipanesi fer at lynna undir ferðavinnuna í økinum. Nú fer kommunan undir at leggja verkætlanina í eina skipan, sum ger, at garðurin fær ætlaða virðið fyri allar føroyingar. Tað hevur verið umráðandi fyri seljara og keypara, at víkingagarðurin, sum Poul Hansen fyrireikaði, verður settur upp sum ein heild, ella á leið soleiðis sum ein víkingagarður hevur sæð út frá landnáminum og frameftir.
Ongin víkingagarður er í Føroyum, tí leitaði Poul Hansen sær ráð í Íslandi, har fleiri garðar eru av hesum slagnum, og harvið handverkarar sum duga handverkið, táið tað snýr seg um handverk av hesum forna slagnum.
Runavíkar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald