2024-06-29 16:40
            
        
         
                
            Víkingakvinnur vunnu í dag 1-0 á nærmasta kappingarneytanum í bestu kvinnudeildini, og harvið endar Víkingur ovast á stigatalvuni, nú deildin fer í summarfrí.
Tað var Jensa Tórolvsdóttir, sum skoraði einsamalla málið hjá Víkingi og tryggjaði liðnum í Eysturkommunu øll trý stigini.
Víkingur er á odda í deildini við 29 stigum. KÍ er á øðrum plássi við 25 stigum, men kann detta niður á triðja pláss um NSÍ vinnur næsta dyst. NSÍ hevur 23 stig á triðja plássi.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2024/06/29/gallery-thumbnail/1719675339dfecbkjojf.webp)
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald