2023-12-01 08:01
Tað var víkiskylda sum ikki bleiv hildin, sum varð orsøkin til ferðsluóhappið við Streymin um middagsleitið í gjár.
Hetta upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
Fráboðanin kom klokkan 11:07, og tað vóru tveir bilar sum rendu saman. Trý fólk vórðu í bilinum, og øll trý vóru flutt á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar. Løgreglan veit í morgun ikki at siga nakað um støðuna hjá fólkunum.
Bilarnir vóru so mikið illa farnir, at teir máttu flytast av staðnum.
Hetta er ikki fyrsta ferðsluóhapp á vegastrekkinum við brúnna um Streymin. Sunda kommuna hevur áður heitt á Landsverk um at gera ábøtur, men enn er einki hent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald