2024-04-19 07:39
Eitt ferðsluóhapp var klokkan hálvgun trý seinnapartin í gjár í Gøtudali.
Løgreglan sigur, at talan var um eitt víkiskylduóhapp við útkoyringina við Magnstøðina og út á landsvegin.
Bilarnir vóru rættiliga illa, men einki bendi á alvorligan mansskaða. Tvey fólk vóru í eina bilinum og eitt í hinum. Fólkini vórðu koyrd á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald