Uttanlands

Viktor Orbàn vann enn einaferð í Ungarn

Fidesz-flokkurin hjá forsætisráðharranum hevði vunnið góð 53 prosent tá 98 prosent av atkvøðunum vórðu tald

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-04-04 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Viktor Orbàn, forsætisráðharri í Ungarn, boðaði í gjárkvøldið frá, at hann er vinnari av valinum í Ungarn.

Tað hendi um 23-tíðina í gjárkvøldið, lokala tíð.

Boðini komu, tá yvir 80 prosent at atkvøðunum vórðu tald upp. Tá 98 prosent av atkvøðunum vórðu tald, lá flokkur hansara, Fidesz, á odda við 53,1 prosentum av atkvøðunum, skrivar Reuters.

Felags andstøðan stóð tá til at fáa 35 prosent.

Hetta merkir, at Fidesz helst fær 135 av teimum 199 sessunum í tjóðartinginum. Andstøðan stendur til at fáa 56 umboð.

- Vit hava vunnið ein stóran sigur. Ein sigur so stóran, at hann helst sæst av mánanum, og fyri vist eisini í Brússel, segði ES-atfinningarsami sigursharrin á valveitsluni í gjárkvøldið.

Samstundis hevur leiðarin fyri andstøðuni, Péter Márki-Zay, viðurkent ósigurin. Tað gjørdi hann um hálvguntólv tíðina í gjárkvøldið, skrivar Reuters.

Um somu tíð segði Katalin Cseh, limur í ES-tinginum og ein partur av felags andstøðuni, at "vit fara framhaldandi at stríðast fyri heimland okkara”.

- Hetta er úrslitið, tú fært í einum landi, har ein persónur stýrir øllum miðlunum, har tað onki kjak er, segði hon.

Viktor Orbàn hevur sitið við valdið í Ungarn síðan 2010.

Hetta tíðarskeiðið hevur hann framt nýskipanir av valskipanini, og broytt Ungarn til tað, hann sjálvur kallar eitt “illiberalt”, kristið demokrati.

Nýskipanirnar hava gjørt Orbàn til ein illa dámdan harra millum nógvar politikarar í ES, og tað er eisini hesar nýskipanir, ið eru orsøk til, at ein breið samgonga av politikarum varð skipað í Ungarn í stríðnum móti honum.

Teir seks flokkarnir, sum bjóðaðu honum av, spenna heilt frá sosialdemokratum, sum vit kenna teir í norðurlondum til teir grønu flokkarnar og tann høgrasinnaða Jobbik-flokkin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder