Hósdagin boðaðu myndugleikarnir frá, at tað ikki varð mett ráðiligt at hava náttarlívið opið hetta vikuskiftið, men nógv skeinkistøð høvdu kortini opið fríggjakvøldið, tó at tey flestu stongdu langt áðrenn vanliga afturlatingartíð.
Í gjárkvøldið og í nátt høvdu skeinkistøðini aftur opið, og í nátt stongdu tey flestu klokkan fýra, sum er vanliga afturlatingartíðin, upplýsir løgreglan.
Men, eins og undanfarnu nátt, var rættiliga lítið av fólki í býnum, og hevur løgreglan tí havt rættiliga lítið at gjørt í hesum sambandi. Hetta vikuskiftið hevur sostatt verið púra friðarligt, og tað fegnast tey um á politistøðini, sigur løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald