Sølan av vikuskiftispassum til Summar Festivalin er steðgað. Eitt avmarkað tal av dagsbillettum verður selt við dyrnar.
Vikuskiftispass til Summar Festivalin 2026 eru útseld.
Áhugin fyri ársins festivali hevur verið óvanliga stórur, og nú verða ikki fleiri vikuskiftispass seld.
Eitt avmarkað tal av dagsbillettum verður selt við dyrnar.
200 dagsbillettir verða seldar til fríggjakvøldið og 200 til leygarkvøldið. Dagsbillettir til í kvøld kunnu nú keypast við dyrnar. Dagsbillettir til leygarkvøldið kunnu keypast við dyrnar leygardagin frá kl. 15.
Øll, sum longu hava keypt vikuskiftispass til Summar Festivalin, kunnu sjálvsagt skifta tey um við armbond við inngongdina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald