placeholder
Innanlands

Vil avmarka nýtslu av fýrverki

Ofta verður skotið í fleiri dagar aftaná nýggjárið. Lógin um fýrverk frá 1969 eigur at endurskoðast, heldur Ingilín Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-01-05 18:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Lógin um fýrverk er frá 1969 og eigur at endurskoðast, heldur Ingilín Didriksen Strøm, sum hevur sett Helga Abrahamsen ein fyrispurning um evnið.

- Hvørja ferð vit senda eina rakett til himmals ella festa í eina nýggjársbumbu, verður ein rúgva av kemikalium og tungmetalum leysgivin. Tey hvørva ikki men enda úti í náttúruni. Roykurin frá fýrverki er bæði skaðiligur fyri menniskju, djór og plantur og økir um útlátið. Harafturat verður sjáldan alt fýrverk, ið er skotið, tikið upp, og liggur tað tí og dálkar í náttúruni. Hetta hevur sínar sjálvsøgdu dálkingaravleiðingar, umframt at tað kann enda í maganum á djórum, sigur Ingilín Didriksen Strøm í viðmerkingunum.

Nógv djór verða eisini sera ávirkað av ljóðinum og ljósinum av fýrverki. Vit vita frá kanningum, at fuglalív er ávirkað í stóran mun og sum dømi kann nevnast, at fuglar í hundraðtali fullu til jarðar í Italska høvuðsstaðnum Rom aftaná nýggjárshald í farnu viku. Tað er heldur ikki ókent, at kettur og hundar rýma og eru ógvuliga bangin, tá nógv verður skotið, og ofta verður skotið í fleiri dagar eftir nýggjárið er av.

- Hetta er møguliga av teirri orsøk, at fólk hava keypt so nógv fýrverk, at tey ikki náddu at skjóta alt nýggjársaftan. Tað vil siga, at henda skjótingin sum oftast er heilt óneyðug og til stóran ampa fyri mong, sigur Ingilín Didriksen Strøm.

Av øllum Norðanlondum er tað bara í Føroyum, at tíðarbilið fyri nýtslu av fýrverki ikki er avmarkað við lóg. Í Danmark er loyvt at skjóta frá 27. desembur til 1. januar. Í Noregi frá 31. desembur til 1. januar klokkan 2. Í Svøríki bara um nýggjársmundið, í Finlandi frá 31. desembur klokkan 18 til 1. januar klokkan 2. Í Íslandi frá 28. desembur til 6. januar. Sølutíðin er eisini avmarkað.

- Føroyska lógin fyri fýrverk er frá 1969 og er ikki dagførd síðan. Tí er spurningurin, um tíðin ikki er komin til at endurskoða karmarnar fyri innfluting og nýtslu av fýrverki í Føroyum, sigur Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder