Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur í dag lagt uppskot fyri ting um at banna einnýtisplasti.
Talan er ikki um eitt lógaruppskot, men eitt uppskot til samtyktar, har heitt verður á landsstýrið um at fyrireika lógaruppskot, sum ”bannar óneyðugum einnýtisplasti”.
Í viðmerkingunum vísir Ingilín D. Strøm á, at plastdálking á havinum er ein alsamt vaksandi umhvørvistrupulleiki, og peikar á mál nummar 14 í heimsmálum fyri burðardyggari menning hjá ST, sum sigur, at áðrenn 2025 skal bann setast fyri allari havdálking.
Orðingin ’óneyðugt einnýtisplast’ verður brúkt í staðfestingini av, at summar einnýtisvørur úr plasti eru neyðugat, eitt nú handskar og annað, sum verður brúkt í sambandi við fyribyrgjan av smittu á sjúkrahúsum.
Ingilín D. Strøm nevnir eisini í viðmerkingunum dømir um óneyðugt plast, sum kann vera borðbúnaður, lok, súgvirør og vattpinnar – alt vørur, sum ofta enda í náttúruni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald