Mentan

Vil flyta mørk við nýggjum videolagi

Nýtt videolag frá Jórunn Gudmundsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-09-06 20:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jórunn Gudmundsen hevur í dag givið eitt nýtt videolag út. Lagið hevur fingið heitið High, og tað er Bárður Háberg sum hevur framleitt lagið.

Videolagið er heldur serstakt í mun til tað vit plaga at síggja í Føroyum.

- Eg ynskti at gera eitt videolag, ið ikki líkist øðrum føroyskum videoløgum, og at skapa nakað, sum føroyingar ikki eru vanir at síggja fra einum føroyingi, sigur Jórun Gudmundsen.

- Haldi ofta, at føroyingar eru bundnir av, at man ikki skal halda seg vera nakað.  So við at dansa runt i svimjidrakt og annars lítið íklædd og dansa tætt við einum dreingi, hugsaði eg, at eg kanska kundi flyta nøkur mørk, sigur 26 ára gamla Jórunn Gudmundsen úr Sandavági.

- Eg ynski, at øll skulu blíva inspirerað til bara at føla seg frían til at vera júst tað tey eru og ikki lata seg temjast av jantelógini, ið ofta ger seg galdandi, sigur hon.

Videolagið hevur Jákup Skovsgård Thøgersen framleitt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder