Innanlands

Vil geva føroyingum atgongd til MobilePay

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur sent eitt uppskot til hoyringar, sum letur upp fyri, at føroyingar kunnu fáa atgongd til gjaldstænastur, sum eru tøkar í Danmark.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum (Savnsmynd)

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum (Savnsmynd)

2026-09-28 19:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur sent lógaruppskot til hoyringar, sum letur upp fyri, at føroyingar kunnu fáa atgongd til allar viðkomandi gjaldstænastur, sum eru tøkar í Danmark, eitt nú MobilePay.

Talan er um uppskot til Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri "Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af lov om betalinger".

Við hesi broytingini kunnu útlendskir veitarar, sum hava virksemi í Danmark og eru góðkendir í ES og EFTA, virka í Føroyum, uttan at hava serstakar skipanir og loyvi til hetta.

Lógin skal eftir ætlan koma í gildi 1. januar 2027, og hoyringsfreistin er 7. oktober 2026.

– Eingin ivi er um, at atgongdin at hesum tænastum kann gera gerandisdagin lættari, bæði hjá vinnulívinum og øllum føroyingum, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í tíðindaskrivi hjá Fólkaflokkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder